.
Joachim Clausen, sum er formaður í Nordisk Ungdomskomité, fer at greiða frá arbeiðinum hjá nevndini, og høvi verður hjá fundarfólki at spyrja.
Nordisk Ungdomskomité er nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum m. a. ráðgevur í barna- og ungdómsmálum, og letur norðurlendskum barna- og ungdómssamstarvi stuðul. Nevndin er mannað við limum úr øllum Norðurlondum. Umboð fyri Føroyar er Kári Olsen, sum er aðalskrivari hjá FUR.











