FUR nýggja stjórn

Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráð, sum var leygardagin 28. oktotber varð nyggj stjórn vald. Jákup av Skarði, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini, stillaði ikki upp aftur. Nýggur formaður er Andrea Eldevig.

 


Nývald í stjórnina eru Lív Maria Patursson og Johan C.Z. Nielsen. Hini í stjórnini eru Súsanna Toftegaard, Jan Dam Vang og Niklas Winther.

Á landsfundinum varð Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, útnevndur til verja fyri skipaðu barna- og ungdómsfelagsskapirnar og fekk hann handað gullnál FURs.