Funnu vrakpetti av rúmdarferju

Eitt vrakpetti av amerikonsku rúmdarferjuni Columbia, sum sprongdist í luftini fyri meiri enn átta árum síðani, er funnið í einum vatni í statinum Texas. Rúmdarumsitingin NASA sigur, at talan er um ein goymslutanga, sum er ein metur í tvørmát. Teir lokalu myndugleikarnir siga, at tangin kom undan kavi, tá áhaldandi turkur gjørdi, at Nacogdoches-vatnið minkaði nógv.

Allir teir sjey rúmdarmenninir umborð á Columbia doyðu, tá ferjan sprongdist tann 1. februar í 2003. Hon hevði verið 16 samdøgur úti í rúmdini og var á veg niðuraftur, tá vanlukkan hendi uppi yvir eystara parti av Texas. Umleið 40 prosent av Columbia er seinni funnið aftur í Texas og grannastatinum Louisiana.

Orsøkin til vanlukkuna var, at eitt petti, sum brotnaði av brennievnitanganum undir sjálvari útskjótingini, breyt ein part av hitaverjuni á øðrum vonginum.