Funnu tunnil millum Meksiko og USA

Amerikonsku myndugleikarnir hava funnið ein tunnil, sum rúsevnaharkalið hava brúkt til at smugla rúsevni ígjøgnum úr Meksiko til USA. Samstundis hava amerikanskir og meksikanskir tollarar lagt hald á 13 tons av marihuana, og tvey fólk eru tikin.

BBC sigur, at tunnilin var ímillum eitt vøruhús í Tijuana í Meksiko og ein goymslubygning í Otay Mesa har suðuri í Kalifornia. Tunnilin er góðar 360 metrar langur, og har er bæði ljós og luftskipan.

Amerikanska innflytara- og tollverkið ICE sigur, at stovnurin hevur vunnið ein týðandi sigur á teimum meksikonsku rúsevnaharkaliðunum, sum standa fyri smuglingini um markið til USA.