Nordjyllands Historiske Museum sigur, at tað er ein stórhending, at eitt svørð frá miðøldini er funnið í Aalborg. Tað vóru rørleggjarin, Jannic Vestergaard og maskinførarin, Henning Nøhr, sum starvast hjá entreprenørfelagnum, Gunnar Nielsen A/S, sum funnu svørðið og settu seg í samband við fornfrøðing hjá savninum.
Jannic Vestergaard og Henning Nøhr trúðu næstan ikki sínum egnu eygum, tá teir í gjár knappliga sóu eitt svørðblað stinga upp úr jørðini í einari gøtu miðskeiðis í Aalborg. Fornfrøðingurin, sum teir settu seg í samband við, kundi skjótt siga teimum báðum, at hetta var ein rættilig stórhending.
Teir báðir, Jannic Vestergaard og Henning Nøhr, grava kloakkir í Aalborg og svørðið, teir funnu fyrrapartin í gjár, var í góðum standi og hevur sín uppruna úr miðøldini, helst úr 1300-talinum. Blaðið á svørðinum, sum framvegis er hvast á báðum síðum, er 93 sentimetrar langt, og alt svørðið tilsamans er 112 sentimetrar langt.
Fornfrøðingar, sum starvast hjá Nordjyllands Historiske Museum, hava leypandi fylgt við kloakkgrevstrinum hjá kommununi í miðbýnum í Aalborg, og onkrir einstakir aðrir lutir eru funnir í jørðini, sum eins og svørðið, eisini hava sín uppruna í miðøldini.
Nordjyllands Historiske Museum hevur sent út tíðindaskriv um svørðið, og annars er tað nordjyske.dk, sum vit hava endurgivið fyri hesa søgu og sum eigur viðheftu mynd.