Fólk í spanska býnum Cabezo de Torres nærhendis Murcia har suðuri í landinum hava funnið eina tvey ára gamla gentu í einari ruskbingju. Tíðindastovurnar skriva, at fólk hoyrdu grát úr bingjuni í gjárkvøldið, og tá tey fóru at vita, hvat tað var, funnu tey gentuna undir nøkrum rusksekkjum. Tað skrivar BBC.
Løgreglan sigur seg hava funnið foreldrini hjá gentuni, og tey eru av norðurafrikonskum uppruna. Tey eru nú tikin og í fyrsta umfari skuldsett fyri at hava vanrøkt barnið og fyri at hava lagt tað í ruskbingjuna.









