Landsverk er javnan inni í Norðoyatunlinum, har mangt og hvat órudd er at finna.
Ein dag fann ein maður ein skógv, sum hann saman við øðrum óruddi tveitti upp í bilin.
Skógvurin varð ikki koyrdur burtur, sjálvt um eingin tá gav sær far um, at hesin skógvur kundi hava týdning.
Tá ið politiið nakað eftir fór í Norðoyatunnilin at gera kanningar, komu teir hjá Landsverki at hugsa um skógvin.
Ein formaður hjá Landsverki tók mynd av skónum, fór til politiið við myndini og spurdi, um skógvurin kundi hava áhuga.
Tað hevði hann, og maðurin fór aftur á arbeiåðsplássið, koyrdi skógvin í ein posa, sum hann læt politinum.
Hetta var í desember í fjør.
Seinni kanningar vístu, at Piddi átti skógvin