Avstralska flogfelagið Qantas mátti útseta eina fráferð úr Sidney til Brisbane, eftir at starvsfólk høvdu funnið fimm rottur í flogfarinum. Ein talsmaður fyri felagið sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at tey vita ikki, hvussu roturnar eru slopnar inn í flogfarið, men at tað verður kannað. Talsmaðurin leggur afturat, at talan er um eina sjáldsama hending, og at í Quantas hava tey ongantíð havt vitjan av rottum fyrr.
Blaðið Wall Street Journal skrivar, at tað var eitt flogfar av slagnum Boeing 767, sum rotturnar høvdu leitað sær skjól í. Tær høvdu fjalt seg í sama skápi, sum hjartastartarin liggur í, skrivar blaðið.