Funnu rúsevni fyri tvær milliardir

Í Afghanistan hava afghanskir og útlendskir hermenn lagt hald á rúsevni fyri 350 milliónir dollarar ella 1,9 milliard krónur. Leiðslan hjá teimum útlendsku hermonnunum sigur, at hetta er tann størsta rúsevnanøgdin, sum hermenninir hava lagt hald á síðani innrásina fyri 10 árum síðani.

Herleiðslan sigur, at hermenninir kringsettu eina rúsevnaverksmiðju har suðuri í Helmand-landspartinum mánadagin. Har funnu teir millum annað 100 kilo av heroini, 6.870 litrar av einari flótandi morfinblanding, 80 kilo av opium og 12.000 kilo av ymsum evnum, sum verðá brúkt til rúsevnaframleiðslu.

ST metir, at Taliban-rørslan fær millum 100 og 400 milliónir dollarar burtur úr rúsevnahandli um árið, og at rørslan brúkar pengarnar til at keypa vápn, lóður og tilfar til at gera bumbur burturúr. Harafturat brúkar rørslan pengar til at keypa sær stuðul frá fólki.