Funnu rúsevni fyri 2,5 mia. krónur

Løgreglan í avstralska býnum Sidney hevur tikið tríggjar menn, eftir at løgreglan kom fram á 585 kilo av metamfetamini, sum vóru komin við farmi úr Kina. Hildið verður, at rúevnið hevði kostað 438 milliónir avstralskar dollarar ella umleið 2,5 milliardir krónur á gøtuni.

Sambært kinesiska blaðnum South China Morning Post er hetta tann størsta rúsevnanøgdin, sum myndugleikarnir í Avstralia nakrantíð hava lagt hald á. Løgreglan sigur, at hon fekk eina ábending um, at tann stóra nøgdin var á veg úr Kina.

Teir tríggir menninir, sum eru tiknir, eru úr Avstralia, Kina og Singapore, og teir kunnu fáa lívlanga fongsulsrevsing, verðua teir dømdir sekir.