Seinastu nátt varð politiið runt á norðurøkinum og steðgaði bilum.
Fleiri bilar vórðu steðgaðir, og fólk og bilar kannað.
Nakað eftir midnátt varð ein bilur við tveimum monnum í steðgaður í Hvannasundi.
Nøkur gramm av hassji vórðu funnin í bilinum, og báðir menninir høvdu roykiútgerð uppi á sær.










