Funnu rúsevnaverksmiðju undir jørð

Í Meksiko hava hermenn funnið eina stóra rúsevnaverksmiðju undir jørð í landspartinum Sinaloa. Verksmiðjan, sum er um 100 fermetrar stór, var væl fjald undir runnum, og tað var av tilvild, at hermenninir komu fram á hana, tá teir vóru á einari vanligari eftirlitsferð.

Myndugleikarnir siga, at hermenninir hava funnið ymisk evni og ymsa útgerð, sum eigararnir hava brúkt til at gera rúsevni við. Hermenninir funnu eisini dunkar og onnur íløt, sum kunnu rúma 5.200 litrum av ymiskum evnum. Tað er ikki greitt, um hermenninir funnu nakað rúsevni, ella hvussu nógv teir møguliga funnu niðri í verksmiðjuni, ella um nakar er tikin í sambandi við málið.

Hetta er aðru ferð tann seinasta mánaðin, at myndugleikarnir í Meksiko hava funnið rúsevnaverksmiðju í landspartinum Sinaloa, skrivar AFP.