Funnu pulvur í brævbjálvum

Í Sveis hava myndugleikarnir flutt alt starvsfólkið úr einum stórum posthúsi nærhendis býnum Zürich, tí fólk eru komin fram á brævbjálvar við hvítum pulvuri. 12 fólk hava sagt, at tey kenna seg sjúk, og eitt teirra er flutt á sjúkrahús.

Fyribilskanningar benda á, at pulvurið er ikki skaðiligt, men løgreglan sigur, at kanningarnar halda fram. Samstundis verður roynt at fáa staðfest, um tað var pulvurið, sum gjørdi, at 12 av starvsfólkunum kendu seg illa.

Løgreglan fekk boð um pulvurbrævbjálvarnar í gjárkvøldið, og umleið 220 fólk fingu boð um at fara úr bygninginum beinanvegin.