Funnu pinkubarn í einari tasku

Fyrrapartin varð eitt pinkubarn funnið í einari ítróttartasku, sum onkur hevði sett frá sær í Rektorparken í Valby í Keypmannahavn. Løgreglan sigur, at hon fekk boðini um barnið klokkan hálvgum ellivu, og løgreglan og ein sjúkrabilur fóru alt fyri eitt á staðið.

Barnið er nú á Ríkissjúkrahúsinum. Sambært løgregluni er talan um eina gentu, sum er umleið eina viku gomul. Hon var rættiliga køld, tá hon bleiv funnin.

Løgreglan kannar nú alt økið við servandum hundum.