Løgreglan í Reykjavík kannar nú tvær patrónir, sum vórðu funnar uttan fyri altinghúsið fyrrapartin. Tað vóru fólk hjá einum reingerðarfelagi, sum funnu patrónirnar.
Hörður Jóhannesson, varaleiðari hjá løgregluni í Reykjavík, sigur við fjølmiðlarnar, at málið sera álvarssamt. Hann sigur, at patrónirnar eru kalibur 22 til skammbyrsu ella riflu. Hann leggur afturat, at tað ber ikki til at siga, hvussu leingi patrónmirnar hava ligið uttan fyri tinghúsið.
Ásta Ragnheiður Jóhannesdóttir, tingformaður, kallaði í dag formansskapin og formenninar í øllum flokkunum á fund um støðuna. Hon sigur við Morgunblaðið, at tingmenn eru skelkaðir.









