Hetta seinasta samdøgurið er eingin tilburður av koronu staðfestir afturat í Føroyum.
Tað loypti annars hvøkk á fólk, tá ið corona varð staðfest hjá 23 russiskum sjómonnum, sum vóru við skipi í Klaksvík um vikuskiftið, og aftur ígjár varð upplýst, at seks av manningini á einum øðrum skipi í Klaksvík, eisini høvdu fingið koronu. Samstundis varð upplýst, at sjómenn av hesum skipunum høvdu verið til handils í Klaksvík, og annar høvdu gingið runt í býnum
Tað fyrra skipið er farið aftur til fiskiskap, men tað seinna skipið liggur enn í Klaksvík og nú eru stig tikin til at eingin av sjómonnunum sleppur aftur í land.
Landslæknin metti ikki, at nakar serligur vandi var fyri, at hesir høvdu smittað frá sær, og fyribils er einki, sum bendir á tað. Síðani í gjár eru 422 fólk kannað fyri koronu, og allar royndirnar vóru negativar og sostatt er eingin funnin afturat við smittuni. Hesa seinastu vikuna eru 5.466 fólk kannað fyri koronu í Føroyum.
Hinvegin hevur Landslæknin heitt á tey, sum hava havt samband við útlendsku sjómenninar um at vísa serligt varsemi, og at lata seg kannað, føla tey nakað á sær.
Tað merkir, at nú eru 36.547 fólk kannað fyri koronu í Føroyum. Tilsamans er smittan staðfest hjá 220 fólkum, 188 fólk eru frísk aftur, átta fólk eru í sóttarhaldi og tvey fólk eru løgd inn á sjúkrahús við koronu.
Tey, sum eru staðfest at hava smittuna í Føroyum, eru 29 útlendskir sjómenn og og trý ferðafólk, sum fingu staðfest smittuna á flogvøllinum í Vágum herfyri.