– Komið varð fram á eina 55 metra djúpa jarðargoymslu, men eingi kolvetni vórðu funnin, sigur Faroe Petroleum í morgun
Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at nú er liðugt at bora Butch South West leitibrunnin, sum er ein uppfylgingarbrunnur til Butch East brunnin og Butch Main fundið, sum Faroe eigur 15% av.
Byrjað varð at bora Butch South West leitibrunnin tíðliga í juni mánað 2014, og borað varð niður á 1.945 metrar. Komið varð fram á eina 55 metra djúpa jarðargoymslu, men eingi kolvetni vórðu funnin.
Centrica (40%) var fyristøðufelag og brúkti Maersk Giant boripallin til boringina. Hini feløgini, sum luttóku í boringini vóru Suncor Norge (30%) og Tullow Oil Norge (15%). Brunnurin verður nú typtur og fráfarin.
Fyristøðufelagið arbeiðir við eini útbyggingarætlan fyri tað týðandi Butch Main fundið, sum væntandi verður klár í 2015.
Graham Stewart, forstjóri sigur í viðmerking, at tað er skuffandi at bæði eystara og útsynnings síðurnar av Butch strukturinum ikki øktu um nøgdirnar av kolvetni á Butch økinum, men nú verður arbeitt við at gera Butch Main oljukeldina klára til framleiðslu.
Eftir eitt tíðarskeið við nógvum virksemi verður skjótt boðað frá úrslitinum av Bue síðusporsbrunninum í Norra, sigur Faroe Petroleum í fráboðan nú í morgun.









