Funnu onga breiða semju

Breið semja fanst ikki í uttanlandsnevndini fyri fullveldisætlanunum. Tilmælini verða latin landsstýrinum í dag eftir døgurða

Tá landsstýrið í dag eftir døgurða fær handað tilmælini í fullveldismálinum, verða tey trý í tali. Eitt frá samgonguflokkunum, eitt frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum og eitt frá Miðflokkinum. Sostatt er nógv umrødda breiða semjan, ið skuldi finnast í uttanlandsnevndini fyri ætlanum landsstýrisins, ikki rokkin.

Tá uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar fór í uttanlandsnevndina at verða viðgjørt, søgdu løgmaður og varaløgmaður seg vera vísar í, at nevndin fór at finna eina breiða semju í málinum. Teir væntaðu helst, at Miðflokkurin fór at taka undir við fullveldisætlanini, somuleiðis sum teir eisini roknaðu við at fáa Javnaðarflokkin við. Vónirnar fyri, at Sambandsflokkurin fór at taka undir við ætlanini vóru kortini ikki tær heilt stóru.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava, eftir fleiri fundir seinastu tíðina millum leiðslur floksins, funnið fram til eitt felags tilmæli, ið flokkarnir løgdu fyri uttanlandsnevndina í gjár.

Javnaðarflokkurin boðaði á eyka landsfundi herfyri frá, at hann ikki tekur undir við ætlan landsstýrisins, og tí ikki fór at stuðla henni. Men flokkurin hevur tó boðað frá, at hann ynskir meira sjálvstýri. Hann vil yvirtaka málini, so hvør føroyingar eru førir fyri tí, í staðin fyri at taka yvir øll mál, eins og landsstýrið vil.

Sambandsflokkurin vil eisini broytingar, um ikki so víðgongdar, sum Javnaðarflokkurin. Men kortini hava hesir báðir flokkar á einhvønn hátt funnið saman í fullveldismálinum

Í sambandi við, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava arbeitt saman um felags álit, hevur Jenis av Rana ført fram, at fór hetta at verða veruleiki, er breiða semjan longu funnin, tí tá hevur Javnaðarflokkurin togað Sambandsflokkin langt á slálvstýrisleið.

Miðflokkurin sigur seg virða samráðingarrættin hjá landsstýrinum, men hevur kortini skrivað sítt egna álit. Hetta heldur hann vera skilabest, hóast flokkurin, eins og samgongan, vil hava broytingar í ríkisrættarligu støðuni.