Í farnu viku kom Magnus Heinason aftur av einum rannsóknartúri, har endamálið var at kanna fisk á djúpum leiðum.
Tað sigur havstovan
Tó var fremsta endamálið at kanna serliga brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva.
Havstovan skrivar á heimasíðuni, at Magnus Heinason fann heili 86 ymisk fiskasløg.
Tey flestu av teimum fekk Magnus Heinason í tí eina av teimum tilsamans 110 hálunum á túrinum.
Hetta eru fiskasløg, sum eru heilt fremmand fyri okkum, og í fleiri førum eru tey eisini rættiliga serstøk í skapi og útsjónd, so sum Boa-drekafiskur, tussafiskur, glæmufiskur, snípuállur, sum er á myndini, mjáikjaftur og Sloans ormfiskur, sum eisini er á myndini.