Granskarar hjá heimsnáttúrustovninum World Wildlife Foundation halda seg vera komnar fram á eitt higartil ókent rovdjór á indonesisku oynni Borneo.
Granskararnir siga, at djórið hevur reytt skinn, langan hala og minnir um bæði kettu og rev. Tær fyrstu myndirnar av djórinum benda á, at tað er eitt sindur størri enn ein vanlig ketta.
Tey seinastu tíggju árini hava granskararfunnið fleiri higartil ókend plantu- og skriðdjórasløg á Borneo, men sambært WWF er hetta fyrstu ferð í meiri enn hundrað ár, at vísindin hevur funnið eitt ókent súgdjór á oynni. Tí er veruliga talan um eina stórhending, sigur norski WWF-granskarin Andreas Tveteraas við Dagsavisen.









