Um fimm tíðina í gjár kom ein persónur, sum kom gangandi eftir gongugøtuni í miðbýnum Havn, fram á eina bunti av pengaseðlum, sum lá mitt á vegnum. Og viðkomandi var so mikið reiðiligur, at hann fór á løgreglustøðina við pengunum og læt teir inn hagar.
Løgreglan vil ikki siga, hvussu stór upphæddin var, men talan var um eina »ávísa upphædd«, tikið verður til. Upphæddin er so mikið stór, at tann, sum mist pengarnar, eigur at sakna teir, sigur løgreglan Tann, sum fann pengarnar og læt tær inn, fær 10% av upphæddini í finningarløn.
Tann, sum hevur mist teir, eigur at vita nøkunlunda, hvussu nógv, talan er um, og tískil upplýsa vit tað ikki, sigur løgreglan.
Men tann stóru trupulleikin er, at enn veit løgreglan ikki, hvør eigur pengarnar, sum vórðu funnir í gongugøtuni, niðan fyri Steinatún, áleið har, Telebúðin er. Tí sóknast løgreglan nú eftir eigaranum, so tann, sum saknar eina hampuliga stóra upphædd, kann venda sær til løgregluna.