Funnu nógv plast í føroyskum nátum - eisini plastringar

- Tað bleiv so ofta sagt, at Føroyar høvdu heimsins reinasta hav. Men eg visti, at tað ikki passaði, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum beint eftir aldarskiftið fekk hálendskan granskara at kanna magarnar hjá føroyskum nátum - har var plast at finna í næstan øllum

Fyrst í hesum mánaðinum varð umfatandi plastdálking staðfest í Skálabotni, har túsundtals plastringar vórðu skolaðir upp á land. Talan er um smá biofiltur, sum verða brúkt í alivinnuni til at reinsa vatn við. Tað er enn ógreitt, hvar hendan dálkingin stavar frá, og løgreglan hevur kannað málið, síðan tað varð meldað 2. juni.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesir plastringarnir hava verið at sæð í føroysku náttúruni. Longu í 2002 fann hálendski nátaserfrøðingurin, Jan Andries van Franeker, umstríddu biofiltrini í føroyskum nátamagum.

Hetta var í sambandi við umfatandi verkætlanina ‘Save the North Sea’, sum varð sett í verk av ES londum. Ein partur av stóru verkætlanini var at hava eftirlit við nátamagum í Norðsjónum.

Nátar eta nærum alt, teir fáa fatur á, og tí varð tað mett sum skilagott at taka støði í teimum fyri at fáa eina ábending um, hvussu stór plastdálkingin í havinum var. Í hesum sambandi var endamálið at minka um dálkingina við at økja um vitanina.

 ##med3##

Nátar í Føroyum eisini kannaðir

Fuglakennarin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen hevur kent Jan Andries van Franeker síðan einaferð í 80'unum, og hann helt tað vera áhugavert, um kanningin eisini umfataði Føroyar. Tí spurdi hann hálendska lívfrøðingin, um hann hevði verið áhugaður í at onkursvegna flætta Føroyar við inn í kanningina, hóast Føroyar ikki vóru limir í ES.

Tað var Jan Andries van Franeker beinanvegin áhugaður í, tí kanningar av nátamagum í føroyskum sjóøki kundu brúkast til at samanbera við plastdálkingina í Norðsjónum.

- Eg visti føroyska havið ikki var reint

Jens-Kjeld Jensen greiðir frá, at Føroyar skuldu vera eitt slag av tilvísingarøki. 

- Tá bleiv tað so ofta sagt, at Føroyar høvdu heimsins reinasta hav, og alt var so fantastiskt og reint her. Men eg visti, at tað ikki passaði, tí eg so ofta hevði sæð plast í magum hjá nátum. Tí helt eg tað vera áhugavert at fáa Føroyar við í hetta, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Hann heitti á Poul Jóhannes Simonsen, sum fekst nógv við fisk og fugl, um at hjálpa sær at savna nátamagar til hálendska granskaran. Poul Jóhannes tímdi væl at at gera okkurt til frama fyri vísindina, og teir byrjaðu so at savna saman í 2002.

##med3##

Nógv plast í føroysku nátunum

Jan Andries van Franeker kannaði síðani, hvat var at finna í magunum hjá hesum nátunum, sum teir høvdu savnað saman. Talan var um nógvar nátar tilsamans, sum antin vórðu fleygaðir ella komnir við í fiskiskapinum hjá línubátum.

- Næstan allir nátarnir høvdu plastleivdir í maganum. Men nøgdin í Føroyum var eitt sindur minni í mun til longri suðuri í tí ídnaðarliga og dálkaða økinum í Norðsjónum, sigur Jan Andries van Franeker.

- Við Ermarsund bar til at finna nátar, som vóru deyðir av hungri, tí har var so mikið nógv plast í búkinum, at tað ikki var pláss til føði, sigur Jens-Kjeld Jensen.

- Plast í túsundatali "flýgur" í Føroyum

Tað var ikki ofta, at hesir nú vælkendu plastringarnir vóru at finna, men tað kom hóast alt fyri.

- Í okkara dátugrunni skrásettu vit ikki filtrini sum einstakar lutir, men greiddu bara frá teimum í viðmerkingum. Út frá teimum viðmerkingunum mettu vit, at umleið 1 prosent av føroysku nátunum hava ein ella fleiri av hesum plastringunum í búkinum, sigur Jan Andries van Franeker og leggur aftrat: 

- Eitt prosent ljóðar kanska ikki av nógvum. Men tað merkir, at fleiri túsund av hesum plastlutunum allatíð “flúgva” rundan um tykkara oyggjar í magunum hjá nátum.

Jan Andries van Franeker hevði í 2003 ikki sæð hetta plastið fyrr og kallaði tað tí "faroese wheels" (føroysk hjól).

##med4##

Næstan allir høvdu etið plast
Niðurstøðan í grein hjá Jan Andries van Franeker frá 2012 var, at heili 91 prosent av nátunum í føroyskum sjógvi høvdu stórar mongdir av plast í maganum - í miðal 15 bitlar í hvørjum fugli við eini plastnøgd á 0,21 gramm.

Haraftrat vísti kanningin, hann hevði gjørt at nátaungarnir høvdu munandi meira plast í magunum enn vaksnu nátarnir. Hetta er tí, at ungarnir fáa plastið, sum bæði foreldrini hava í magunum, eins og tað plastið, sum nátarnir finna, meðan teir fóðra ungunum.

Við hesum í huga er niðurstøðan, at hetta er ein stórur trupulleiki bæði fyri stovnin og fyri føroyingar, ið eta nátarnar.

Skal burturbeinast rætt

- Plastik er fantastiskt, sigur Jens-Kjeld Jensen.

- Einki er galið við plasti, um tað verður burturbeint á rættan hátt. Men tá mann blakar tað í havið ella náttúruna, tá verður tað ein trupulleiki. Tað er tá, ketan hoppar av, sigur hann.

- Tað er nakað tvætl, at mann ikki má brúka plastkoppar og tallerkar, tí um tað verður burturbeint á rættan hátt, so er eingin trupulleiki. So tað snýr seg bara um at læra fólk at ikki blaka tað frá sær í náttúruni, so tað fær avleiðingar fyri djór og umhvørvið, sum vit so ofta hava sæð, sigur Jens-Kjeld Jensen.