Funnu nýføðing í plastikposum

Fyrrapartin varð ein nýføðingur, ein genta, funnin í plastikposum undir einum runni í Farum í Norðursælandi.

-Vit fingu eina fráboðan um hálvgumellivutíðina um, at fólk høvdu funnið eitt pinkubarn. Tað er ein lítil genta, sum var pakkað inn í fleiri plastikposar, sigur løgreglan í Norðursælandi við TV2.

Løgreglan sigur, at gentan var rættiliga køld, og at hon varð flutt á Ríkissjúkrahúsið alt fyri eitt. Sambært løgregluni hevur hon tað gott eftir umstøðunum.

Løgreglan fer nú at kanna plastikposarnar og at avhoyra vitni.