Funnu kongslík parkeringsplássi

Bretskir fornfrøðingar halda seg hava funnið leivdirnar av konginum Richard III undir einum parkeringsplássi í miðbýnum í Leicester. Richard III fall í Bardaganum við Bosworth miðskeiðis í Onglandi í 1485, og Bosworth er umleið 25 kilometrar frá Leicester.

Higartil hava søgufrøðingar ikki vitað, hvar Richard III liggur jarðaður. Fornfrøðingarnir, sum hava kannað líkið undir parkeringsplássinum í Leicester, siga, at tað er týðiligt, at hesin maðurin doyði í bardaga, og Richard III var tann seinasti enski kongurin, sum fall í bardaga.

Fyrr var eitt munkakleystur á staðnum, har parkeringsplássið nú er, og enska søgan sigur eisini, at nakrir munkar tóku sær av líkinum av Richard III, eftir at hann var fallin í Bardaganum við Bosworth.

Fyri at fáa staðfest, um talan veruliga er um leivdirnar av konginum, skulu fleiri kanningar gerast á einari rannsóknarstovu. Eisini skulu nakrar royndir takast av leivdunum fyri at samanbera DNA við ein eftirkomara hjá kongi. Hesin býr í Kanada.