Funnu kanadiskan fløskupost í Sandavági

Tveir sandavágsdreingir funnu týsdagin ein fløskupost, sum var komin allan vegin úr Kandada

Fløskupostur

Sandavági:
Týsdagin funnu sandvágsdreingirnir Tummas Albert Thomassen og Jens Erik Nielsen, ein fløskupost, sum komin var allan vegin úr Kanada til Sandavágs.
Teir vóru, sum teir so mangan plaga, farnir ein túr oman á sandin at vita, hvat har var at finna.
Millum rekarnar, har lógu hendan dagin, var eisini ein klár glasfløska við einum pappíri í. Teir tóku hana upp og funnu eitt bræv, sum ein tíggju ára gomul kanadisk genta hevði skrivað í august mánaða í fjør.
Hon gongur í einum skúlaflokki í Halifax á Nova Skotia, sum hevur gjørt eina verkætlan, har tey millum annað hava tveitt 50 fløskupostar á sjógv í teirri vón, at teir verða funnir aftur, og at tey, sum finna teir, seta seg í samband við flokkin.
Saman við brævinum fra Samanthu, sum gentan eitur, lá eisini ein telduskrivaður seðil við frágreiðing um verkætlanina og adressum at seta seg í samband við. Einar tvær teldupostadressur vóru, so lætt verður at koma í samband við tey har yviri.
Teir báðir, Jens Erik og Tummas Albert, siga, at tað fara teir eisini at gera, og so verður spennandi at vita, hvat fer at spyrjast burtur úr tí.