Fornfrøðiongar í Kroatia hava funnið eina grøv, sum eftir øllum at døma er frá jarnøldini umleið 700 ár fyri Kristi føðing, skrivar ein kroatisk tíðindastova.
Grøvin varð funnin í Papuk-fjallinum, sum er einar 150 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Zagreb. Sambært tíðindastovuni hava fornfrøðingarnir funnið ymisk amboð í grøvini so sum øksir umframt nakrar prýðislutir.
-Vit hava longu avdúkað ein part av søguni, sum vísir, at her búðu fólk fyri umleið 2700 árum síðani, sigur fornfrøðingurin Hrvoje Potrebica, sum starvast á fornfrøðiliga stovninum í Zagreb.










