Funnu innara sambandsmannin fram

Saman við gomlum liðfeløgunum úr Neistanum – og einum tveimum Kyndilsspælarum – var Ingi Rasmussen millum áskoðararnar í Herning

 

 

Tað eru fleiri føroyingar, sum eru til hondbóltsdystirnar í Herning í hesum døgum.

 

Millum teirra er ein bólkur av fyrrverandi hondbóltsspælarum, sum í felag gjørdu av, at teir skuldu til EM, nú endaspælið var í Danmark. Eitt sindur serligt er eisini, at seks av monnunum vóru á Danmarkarferð í 1982, tá teir vóru í Danmark við einum dreingjaliði hjá Neistanum.

 

Á ferðini hesaferð sóu teir tríggjar dystir í dag  dystin um fimta plássið og báðar hálvfinalurnar. Sunnudagin verður tað sjálvandi finalan, sum er á skránni.

 

Ingi Rasmussen, sum er partur av ferðalagnum, sigur ikki óvæntað, at talan var um framúr uppliving.

 

- Stemningurin var heilt eminemt góður. Hetta er næstan sum í 80’unum, tá vit øll fjeppaðust við danska fótbóltslandsliðnum. Nú er tað bara hondbóltur, sum tað snýr seg um, sigur Ingi.

 

Fyrra hálvleik var ikki so nógv, sum bendi á, at Danmark skuldi vinna dystin, men hetta broyttist eftir steðgin, og tá kókaði alt í høllini.

 

- Hetta var sum at vera til eina rock-konsert. Øll stóðu uppi og dansaðu, og tú kendi, hvussu alt dandaði. Longu undan dystinum var lagið sera gott, og hallarvarparin gjørdi sítt til at hita fjøldina upp. Men móti dystarenda var tað sjálvandi heilt í topp. Og so var tað sjálvandi framúr, at Danmark. Tú kanst siga, at vit finna okkara innara sambandsmann fram, nú vit sita og hyggja, og so vildi kenslan verið eitt sindur fløt, um teir ikki komu í finaluna, heldur Ingi.

 

- Men tað gekk tíbetur. Mikkel Hansen kom kanska ongan tíð veruliga ígognd, og Landin tók eisini sína tíð. Men júst hann varð kanska tann avgerandi leikarin, tá tað veruliga stóð á, heldur Ingi.

 

Saman við Inga í ferðalagnum eru Uni Wardum, Albert Marni Joensen, Bogi Dam, Martin Mørk, Eyðun Rannváarson, Bogi Henriksen, Hannis Wardum og Sophus Dal-Christiansen.

 

 

TRÝST HER fyri at síggja myndir frá dystunum millum Danmark og Kroatia og millum Frakland og Spania