Í fína veðrinum í kvøld dystaðust næstbestu liðini hjá KÍ og NSÍ í Klaksvík. Úrslitið var málleysur javnleikur. Tað ber við sær, at NSÍ hevur 12 stig fyri 7 dystir og er eitt stig frammanfyri AB, sum hevur 11 stig fyri 7 dystir.
Nú er tað greitt, at dysturin millum NSÍ og FC Suðuroy, sum varð avblástur í seinna hálvleiki 6. apríl, verður spældur nú hósdagin, sum er Kristi Himmalsfarardagur.
Í kvøld vóru goðar støður frammanfyri bæði málini, og báðir partar høvdu atsóknir ímóti málinum. Sambært dystir.fo hevði KÍ átta royndir á málið hjá NSÍ, har Jón Petur Thomsen var millum stólparnar, og NSÍ hevði tvær royndir á málið hjá KÍ, har Ari í Haraldstovu Petersen var millum stólparnar.
KÍ vann 8 hornaspørk, og NSÍ vann 2 hornaspørk.
KÍ er – í hvussu so er til í morgin – á sjeynda plássi við 10 stigum fyri 8 dystir.
Í kvøld vóru fýra KÍ spælarar skiftir út eftir fyrra hálvleik. Tað vóru teir, sum í morgin vera í besta hópinum, tá ið KÍ fær vitjan av 07Vestur. Talan er um Dávid B. Andreasen, Silas Gaard, Símun Kalsø og Jóhan Josephsen. Í dag boðaði KÍ frá, at Óli Eyðsteinsson Poulsen aftur er partur av besta liðnum. Hann var á vøllinum alla tíðina í kvøld.
Eingin av teimum, sum seinastu ferðirnar hava mannað besta NSÍ hópin var við í Klaksvík í kvøld.