Um miðdagsleitið í dag varð boðað frá grind út fyri Glyvursnesi. Grindin varð sædd úr landið, har hon fór suðureftir beint fram við landið. Mett var, at talan er um eina heilt lítla grind, kanska einir 15 hvalir.
Bátar fóru út at hyggja at henni so at støða kundi takast til tey skuldu royna at halda henni til, ella um tey bara skuldu lata hana fara. Men løgreglan sigur, at tey sóu ikki grindina aftur, so hon er farin.
Grindamenn halda, at hetta eru nakrir hvalir, sum liggja eftir aftan á grindina í Sandagerði leygardagin, tí upprunaliga var hon nógv størri enn teir hvalirnir, sum løgdu beinini.











