Gjáranáttina leitaði løgreglan í nøkrum urtagørðum, har fólk høvdu grivið nýliga, men seinni varð boðað frá, at leitingin hevði verið til fánýtis.
320 løgreglumenn og serfrøðingar av ymiskum slagi arbeiða nú við málinum um tær báðar horvnu genturnar. Fyrradagin sóknaðist løgreglan eftir einum grønum bili, sum varð sæddur á staðnum, haðani genturnar hvurvu næstseinasta sunnukvøld, men enn er bilurin ikki funnin. Maðurin, sum koyrdi tann grøna bilin, hevur heldur ikki gjørt vart við seg.