Hóast bæði skip og flogfør leitaðu leingi, funnu tey ikki flogfarið, sum fór í havið vestan fyri Ísland seinnapartin í gjár Íslendsku myndugleikarnir hava lítla vón um at finna mannin, sum var einsamallur í tí lítla flogfarinum, sum fór í havið 50 fjórðingar vestur úr Reykjanesi seinnapartin í gjár.
Kortini fara eitt íslendskt og eitt danskt flogfar aftur at leita, so skjótt tað verður ljóst í morgun.
Maðurin, sum var einsamallur í flogfarinum, var breti. Flogfarið fór úr USA til Goose Bay í kanada fyrradagin og haðani til Narsarsuaq í Grønlandi. Í gjár fór tað so úr Grønlandi og skuldi til Reykjavíkar. Men 50 fjórðingar úr landi fekk tað trupulleikar við øðrum motorinum, og flogskiparin boðaði frá, at hann bleiv helst noyddur at seta flogfarið á sjógvin.
Síðani hevur eingin hoyrt ella sæð nakað til flogfarið ella flogskiparan.










