Eingi kolvetni vórðu funnin, nú borað varð eftir olju í føroyskum øki í summmar. Hesum boðar Statoil frá í morgun. Boripallurin West Hercules fer nú til aðra uppgávu í Kanada.
Boringin av Súla/Stelkur brunninum á loyvi 008 á føroyskum øki er liðug. Ongi kolvetni vórðu staðfest. Borað var niður á 3015 metrar.
– Á markøkjum er jarðfrøðiligi váðin stórur, og hesaferð var brunnurin turrur. Boringin hevur givið týðandi upplýsingar, sum verða nýttar í støðutakanini til hvussu farast kann fram í víðari virksemi. Vit eru annars væl nøgd við at virksemið hevur gingið væl uttan nakað óhapp. Eisini eru vit væl nøgd við, at ein týðandi partur av vørum og tænastum eru latnar av føroyskum veitarum, sigur Rúnio M. Hansen, stjóri fyri virksemið hjá Statoil í Føroyum.
Boringin av Súla/Stelkur brunninum, sum er 95 fjórðingar í ein landssynning úr Føroyum, byrjaði í juni 2014. Boripallurin West Hercules varð nýttur til boringina, sum fór fram á 1050 metra dýpi.
Luttakarar á loyvi 008 eru Statoil 40% (fyristøðufelag), DONG 30 %, OMV 30%.
Statoil hevur verið við í leitivirksemi í Føroyum síðani 2000 og hevur eina týðandi støðu í leitivirkseminum á føroyskum øki. Statoil er fyristøðufelag á fýra loyvum í Føroyum.
Næsta arbeiðið boripallurin West Hercules fer undir fyri Statoil, verður í Newfoundlandi, Kanada, á økinum Flemish Pass. Áðrenn pallurin verður fluttur til Canada, verður hann lagdur inn á Skálafjørðin, har ymiskar umvælingar skulu gerast.










