Funnu hópgrøv í Irak

Irakskir hermenn hava funnið eina hópgrøv við meiri enn 30 líkum sunnan fyri Bagdad Ein talsmaður hjá herinum sigur, at líkini hava eftir øllum at døma ligið meiri enn eitt ár í hópgrøvini.

Grøvin er funnin í einum øki, sum sunnimuslimar hava ræðið á, og har var ógvuliga ófriðarligt í fjør, tá al-Qaeda skipaði fyri fleiri atsóknum.

Mannarættindafelagsskapir halda, at tað finnast fleiri hundrað hópgravir í Irak. Tær flestu eru frá tíðini hjá Saddam Hussein, men tað finnast eisini yngri hópgravir, siga felagsskapirnir.