Funnu gomul hermannalík

Eitt italskt bjargingarlið hevur funnið líkini av trimum hermonnum hjá eysturríkska-ungarska herinum, sum fullu í bardaga í teimum italsku Alpunum í 1918. Hetta var út ímóti endanum á fyrra heimsbardaga.

Maurizio Vincenzi, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at leita eftir hermonnunum, sigur, at menninir fullu eftir øllum at døma í einum samanbresti við italskar hermenn tann 3. september í 1918. Samanbresturin var í næstan 4.000 metra hædd nærhendis sveisiska markinum. Eysturríkararnir vunnu bardagan við italiumenninar hendan dagin, men teir mistu ellivu menn, og hesir tríggir vóru teirra millum, sigur Maurizio Vincenzi við AP.

Tey trý líkini hava ligið í ísinum í Alpunum øll tey 86 árini, og sambært italsku bjargingarmonnunum hevur tað gjørt, at tey eru lítið farin. Kortini bleiv ikki roynt at kanna, hvørjir menninir vóru, og líkini vórðu tí jarðað í einum kirkjugarði í bygdini Peio í gjár.