Norskir fornfrøðingar hava funnið kongsgarðin hjá Hákuni Hákunarsyni kongi í Avaldsnesi. Hákun Hákunarson var kongur í Noregi frá 1217, til hann doyði í 1263, og tað var í hansara kongstíð, at Ísland og Grønland komu undir norskt vald.
Fornfrøðingarnir hava leingi verið sannførdir um, at Hákun Hákunarson búði á tí søguliga staðnum Avaldsnesi í Karmøy.
Hildið verður, at kongsgarðurin hjá Hákuni Hákunarsyni varð bygdur í seinnu helvt av 13. øld.