Funnu gamla kongsgrøv

Í miðamerikanska landinum Guatemala hava fornfrøðingar funnið grøvina hjá einum kongi frá maya-tíðini. Tað sjáldsama við grøvini er, at hon hevur fingið frið, tí í flestu førum hava tjóvar rænt gravirnar hjá teimum gomlu kongunum.

Gravarhválvið er seks metrar høgt, tólv metrar langt og fýra metrar breitt. Fornfrøðingarnir halda, at grøvin er umleið 1.600 ára gomul. Í grøvini hava fornfrøðingarnir funnið krukkur, knívar, klæðir og annað.

Fornfrøðingurin Stephen Houston, sum starvast á lærda Brown-háskúlanum á Rhode Island í USA, sigur við tíðarritið Live Science, at grøvin er full av ymsum áhugaverdum upplýsingum, og at tað fer at taka fleiri ár at kanna alt til fulnar.