Fornfrøðingar halda seg við vissu hava funnið leivdirnar av teirri søguligu, egyptisku drotningini Hatshepsut í einum stórum gravstaði í Konganna dali. Sagt verður, at hetta er ivaleyst tann størsta hendingin av hesum slagnum, síðani leivdirnar av konginum Tutankhamon vórðu funnar. Hatshepsut ráddi fyri borgum í Egyptalandi frá 1503 til 1482 fyri Kristi føðing.










