Ein bátur varð í morgun funnin rikin á landi bátahylinum í Hesti, og í bátinum lá ein fullur maður
Um hálvgum átta tíðina í morgun sóu hestfólk, at ein bátur var rikin upp í grótið í bátahylinum. Og í bátinum lá ein fullur maður, sum tey so tóku sær av.
Politiið øtast við lítlu virðingina fyri lívinum. Báturin kundi tað sama verið rikin til havs.
Tað er stutt frá liðið, síðan tveir menn gingu burtur í Hestfirði.









