Herfyri fór SEV í gongd við at byggja nýggjan oljubrunn í Mykinesi og garð rundanum, sum brunalógin ásetir.
Men arbeiðið steðgaði, tá tað vísti seg, at komið varð niðir á fornleivdir, sum Fornminnissavnið hevði áhuga í.
Klæmint Weihe, stjóri á SEV, sigur, at tað hann veit, so lá arbeiðið ikki stilt so leingi, men at um tað vísir seg, at fornfrøðingar hava fyri neyðini at sleppa framat aftur, so er tað eingin trupulleiki.
Hann veit ikki rættiliga, hvat tað var, ið komið var niður á. Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking ella frágreiðing frá Fornminnissavninum, tí fólk har eru burturstødd hesa vikuna.