Á Facebook-vanganum hjá North Atlantic Diving er stutt frásøgn um eina kavaraferð, sum varð gjørd við Flesjarnar í gjár.
Kavarar hava nógvar ferðir verið niðri á farmaskipinum, Ólavi Gregersen, sum sigldi á Flesjarnar hin 10. januar í 1984.
Men, í gjár gjørdist dagurin serstakur, tá tey funnu flaggið - ella Merkið - á skipinum, sum øll hesi mongu ár hevur ligið við Flesjarnar.
Myndin, sum liggur á vanganum hjá North Atlantic Diving, er tikin við bátahylin á Toftum, har fleiri av teimum, sum vóru við á ferðini, standa við flagginum ímillum sín.
At síggja til er flaggið í rættiliga góðum standi, tá hugsað verður, at tað hevur ligið við havsins botn í skjótt 38 ár.
Viðhefta mynd eins og fleiri aðrar kunnu síggjast á Facebook-vanganum hjá North Atlantic Diving.