Tá Norrøna kom til Seydisfjarðar í morgun, vísti skiparin tollarunum ein pakka, og tá tollararnir lótu hann upp, funnu teir 120 gramm av rúsevninum amfetamin í honum.
Pakkin hevði ligið í einum ventili á luftskipanini, og sambært íslendska kringvarpinum bendir alt á, at hann hevur ligið har leingi.
Íslendska løgreglan kannar nú málið, men í løtuni veit hon ikki, hvør kann hava fjalt rúsevnið. Tað er hugsandi, at smuglarin hevur valt at sleppa sær av við tað ólógliga viðførið, áðrenn skipið er komið í havn.










