Tá íslendska havrannsóknarskipið Árni Friðriksson kannaði havbotnin vestan fyri landið fyrr í summar, avdúkaðu kanningarnar eitt undirsjóvarfjall einar 120 fjórðingar úr Snæfellsnesi.
Havrannsóknarstovnurin í Reykjavík sigur, at fjallið vísti seg at vera 450 metrar høgt, og at dýpið uppi yvir fjallinum er millum 950 og 1.400 metrar. Støðið undir fjallinum er umleið 300 ferkilometrar. Granskararnir tóku nakrar royndir av botninum, og tær vístu, at tilfarið er umleið 20 milliónir ára gamalt, skrivar Morgunblaðið.
Endamálið við kanningunum hjá Árna Friðrikssyni var at kortleggja havbotnin og havstreymarnar í Grønlandsfjørðinum. Kanningarnar umfataðu eitt øki, sum er 9.000 ferkilometrar stórt.










