Funnu eternitt og byrgdu økið av

Eru allar vatnleiðingar í Føroyum, sum lógu gjøgnum eternittrør, skiftar - ella drekka vit framvegis vatn, sum rennur gjøgnum eternittrør?

Børn í einum barnagarði í Billund kommunu í Danmark spældu í fleiri dagar í moldtilfari, har smá stykki av eternitti við asbesti í vórðu funnin.

 

Hendingin hevur havt við sær, at kommunan í Billund nú hevur stongt henda partin av plássinum av, til greiða er fingin á, um talan møguliga er um meira eternitt í økinum.

 

- Tey vóru í holt við at grava út fyri einum nýggjum part av spæliplássinum, tá námsfrøðingar komu fram á eitt petti av eternitti, sum vísti seg at hava asbest í sær.

 

Barna-og ungdómsstjórin í Billund kommunu, Thomas Reintoft, sigur, at økið, har eternittið við asbesti í varð funnið, nú er stongt av.

 

In.fo kann leggja aftrat, at asbest kann vera heilsuskaðiligt og kann sambært álítandi keldum eisini vera krabbameinselvandi.

 

Tó eru tað ikki so mong ár síðan, at stórur partur av drekkivatninum í Føroyum lá oman í bygdirnar í rørum úr eternitti ella asbesti.

 

Og so er spurningurin, um allar slíkar vatnleiðingar í Føroyum enn eru skiftar – ella, um onkrar gamlar leiðingar framvegis eru eftir.