Funnu el-kontrabassin í Havn

Tá NewWorldSon, ið skulu spæla á Toftum í kvøld, ikki fingu kontrabassin við í flogfarið í gjár, vóru góð ráð dýr. Bólkurin NewWorldSon hevur ferðast runt allan knøttin. Tá hesin sami trupulleiki hevur stungið seg upp aðrastaðni, hevur tað altíð verið sera trupult at fáa fatur á einum kontrabassi. Hvørki í Australiu ella í Nashville, har teir eisini brádliga manglaðu ein el-kontrabass, var nakar at uppdríva. Men her heima bar til. Ein tíma eftir teir vóru lendir, hevði bassspælarin ein el-kontrabass í hondini og eitt stórt smíl. Talan var um júst sama ljóðføri, sum hann er vanur at spæla á! Tað kann ikki annað enn sigast, at í Føroyum ber alt til. Konsertin við NewWorldSon er í kvøld klokkan 20.00.