Funnu eitt lík í soknum skipi

Kavarar funnu í gjárkvøldið eitt lík í vrakinum av farmaskipinum Omer N, sum sakk í Eystrasalti í heyst Ellivu mans vóru við turkiska farmaskipinum, tá tað sakk í oktobur í Femern-sundinum. Tríggir vórðu bjargaðir.

Seinastu dagarnar hava kavarar verið niðri í skipinum og leitað eftir hinum av manningini, og í gjárkvøldið komu teir fram á eitt lík. Kavararnir halda, at hini líkini eru skolað úr skipinum.

Eitt turkiskt reiðarí átti Omer N, men skipið var skrásett í Slovakia.