- Vit hava havt neyvt samstarv við menninar, sum vóru undir illgruna fyri barnaporno Tað sigur Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. Fyri einum mánað síðani komu tveir føroyingar undir illgruna fyri at hava barnaporno á telduni, ein í Føroyum og ein í Danmark.
Men Jón Klein Olsen sigur, at einki varð funnið á teldunum, sum bendi á, at teir vóru sekir og tað er heldur einki, sum bendir á tað, leggur hann afturat.
Les eisini: Skuldsetingin um barnaporno er slept
Og í morgun kunngjørdi Løgreglan, at málið er slept og at teir báðir føroyingarnir ikki longur eru undir illgruna.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jón Klein Olsen greiða frá.
|










