Funnu einki lík í sokna kavbátinum

Løgreglan hevur verið inni í kavbátinum »UC3 Nautilus«. Og har er einki lík funnið, upplýsir løgreglan

Løgreglan hevur verið inni í kavbátinum »UC3 Nautilus«. Og har er einki lík funnið, upplýsir løgreglan

 

– Eingir persónar eru í kavbátinum »UC3 Nautilus«, greiðir Jens Møller, varapolitiinspektørur frá á tíðindafundi á Politigarðinum í Keypmannahavn.

 

Teknikarar hjá løgregluni hava í morgun verið umborð á bátinum, og har er einki lík.

 

Uppfinnarin Petur Madsen er skuldsettur fyri at hava elvt til, at svenska tíðindakvinnan Kim Wall doyði. Tað skuldi sambært skuldsetingini, sum er reist ímóti honum, vera hent, eftir at Kim Wall fór umboð á heimbygda kavbátin hjá Peter Madsen hóskvøldið.

 

/ritzau/