Funnu einki í skarninum

Ein maður varð í grundarlógaravhoyring í gjár fongslaður í 72 tímar, tí illgruni var um, at hann hevði roynt at smugla rúsevnir inn í landið við at goyma tey innvortis.


Illgrunin mótvegis manninum var so mikið stórur, at dómarin gav løgregluni loyvi at afturhalda manninum í 72 tímar, so eftirlit kundi haldast við skarninum hjá manninum.


Les eisini: Royndi at bróta CT-skannaran


Tað vísti seg tó at vera ógrundaður illgruni. Tá maðurin fór á vesi í nátt, fann løgreglan nevniliga eingi rúsevnir í skarninum hjá manninum, og varð hann tískil leyslatin alt fyri eitt.


- Tá eingin prógv er um smugling, so kunnu vit ikki gera nógv annað enn at leyslata mannin. Málið er liðugt fyri okkara viðkomandi, sigur Hildur Hentze, leiðari fyri kriminaldeildina.