Funnu eina rúgvu av følskum dollarseðlum í Vágum

Løgreglan heldur ikki, at talan var um eina roynd at svika

 

 

Í gjár fekk løgreglan boð um í Vágum um, at falskir hundraðdollaraseðlar vóru um umferð. Málið kom undan kavi tá ið fólk vóru í einum peningastovni í Vágum við nøkrum hundraðdollarseðlum sum tey høvdu funnið, og ørindini vóru at vita um talan var um ordiligar pengar.

Men tað tók teimum í bankanum ikki langa tíð at finna út av, at talan var um falskar pengar. Eitt nú høvdu teir sama seriunummar.

Men tey settu seg í samand við løgregluna sum fór at kanna málið og tey, sum høvdu pengarnar, vístu teimum, hvar tey høvdu funnið seðlarnar.

Har hittu tey nakrar dreingir, sum vistu at siga, at har vóru heilt nógvir seðlar at finna, men teir sóu við einum hálvum eyga, at talan var ikki um ordiligar pengar.

Eingin visti, hvaðani pengarnir koma, men talan er um pengar, sum kunnu keypast á ymsum heimasíðum á internetinum.

Hjá Løgregluni siga tey, at talan var ikki um eina roynd at svika og tí verður heldur ikki meiri gjørt við tað.