Funnu deytt mannafostur í flogfari

Starvsfólk hjá flogfelagnum Etihad Airways funnu í morgun eitt mannafostur í einari ruskspann umborð á einum av felagsins flogførum. Heimasíðan Philstar.com skrivar, at fostrið, sum er millum seks og sjey mánaðir gamalt, lá í einari ruskspann inni á einum vesi í flogfarinum.

Flogfarið hevði júst sett seg á flogvøllin uttan fyri býin Pasay City í Filipsoyggjunum, hagar tað var komið úr Abu Dhabi.

Fostrið varð alt fyri eitt latið løgregluni, sum nú kannar málið, skrivar Philstar.com